3.000 krónur í bót fyri harðligan atburð

Tað kostaði tveimum monnum dýrt at sýna harðligan atburð í býnum í nátt

Sambært vakthavandi á politistøðini, so hevur verið friðarligt í býnum í nátt. Vitjað varð á fleiri skeinkistøðum, men har var hampiligt skil á.

Men seinni í nátt, ella tíðliga í morgun, vóru tað tveir menn, sum sýndu harðligan atburð. Teir fingu tí bót fyri brot á skilhaldsreglarnar – og teir fáa tað hægru bótina fyri tað, sum er 3.000 krónur í part.