Í næstu viku verður uppaftur meiri ferðsla til og frá Læraraskúlanum, enn tað vanliga er. Orsøkin er tann, at knappliga 3000 børn úr barnagørðum, dagrøktum og skúlum kring alt landið fara at hyggja at sjónleiki í høllini á Føroya læraraskúla.
Tað eru tey, sum á 3. ári lesa til námsfrøðing, ið fara at framføra. Talan er um føroyskan leik. Hann nevnist Kraddarin, og tað eru Súsanna Tórgarð og Birita Mohr, sum hava skrivað handritið. Leikurin er sprottin úr søgnini um seyðamannin á Sondum, og skrivaður til eina ferð inn í ein fornan og føroyskan ævintýrheim. Leikurin er um Fívil, ið er ein hjálpsom genta, sum hittir tvær gívrar. Tær hava mist sín dýrabara stakk, Kraddarin hevur stolið hann. Vit fylgja Fívil á síni ferð, har hon hjálpir gívrunum at fáa stakkin aftur.
Kreativar lærugreiar
Í námsfrøðisútbúgvingini verður umframt námsfrøðina eisini dentur lagdur á tær skapandi lærugreinirnar, og hvussu hesar kunnu nýtast í arbeiðslívinum. Øll tey kreativu fakini eru við í hesi verkætlan; hondarbeiði, smíð, myndlist, tónleikur og drama. Umframt at venja og spæla allar leiklutirnar, gera tey lesandi saman við leikstjóranum, Súsonnu Tórgarð, og lærarunum í kreativu lærugreinunum - Sjúrður Hansen, Noomi í Dali, Sunnleif Rasmussen - búnar, pall, tónleik og alt annað, ið hoyrir til, klárt til framførslurnar.
Framførslurnar vera í næstu viku, frá 22. mars til og við 26. mars. Tríggjar sýningar vera hvønn dag, og allar sýningarnar eru fullsettar. 3.p takkar Føroya Læraraskúla, Trend Floor, Tummas Dam á Hálsi og Búrøkt fyri stuðul.
lesandi vilja fegin hava børnini at hjálpa sær eitt sindur, tá ið tey fara at hyggja at leikinum. Tað gera tey við at læra seg hesa ramsuna: Tumanna, Tumanna / Hurl um heyg / Rumanna, Rumanna / Reiggj um reyg / Kom og hjálp í hesi neyð!










