300 ungfólk hugnaðu sær í Nesvík

Álvari og gaman fylgdust, tá 300 juniorar úr øllum landinum hittust til legu í Leguhúsinum í Nesvík

Hesi seinastu árini er eitt stórt andaligt arbeiði farið fram fyri børnini og tey ungu.
Ein bólkur, ið liggur millum hesar báðar, eru juniorarnir ? tað vil siga, tey sum ganga í 5. flokki og uppeftir. Men eyguni eru so líðandi eisini farin at venda sær móti hesum ungu dreingjunum og gentunum.
Í fleiri missiónshúsum og samkomuhúsum kring landið hevur ein tí í dag skipað hetta í eina serstaka grein, sum beinleiðis vendir sær til henda aldursbólkin.
Tey savnast regluliga til juniormøtir, men hava eisini áhuga fyri at hitta onnur ung í teirra aldri. Hetta høvið fingu tey seinasta vikuskiftið í Leguhúsinum í Nesvík, tá henda juniorlegan var á skránni.

Nærkast meti
Tað var annars ikki nógv sum bendi á, at henda legan skuldi gerast veruleiki.
Í vikuni undan leguni var talið av luttakarum so mikið lágt, at fyrireikarnir ivaðust í um legan yvirhøvur gjørdist veruleiki.
Men fáar dagar undan leguni streymaðu tilmeldingarnar inn í slíkum tali, at eingin ivi var um úrslitið: Juniorlegan gjørdist veruleiki.
Tá upptalt varð vóru nærum 300 ungfólk teknaði til leguna. Saman við leiðarum og hjálparfólki var talið av luttakarum hetta vikuskiftið um tey 320 ? og man tað fara at nærkast einum meti hjá leguhúsinum.
Legan byrjaði fríggjakvøld og endaði leygarkvøld, tá teir troyttu, men kortini fegnu luttakararnir fóru í hvør sína ætt.

Skapanin
Á eini slíkari legu er altíð nógv á skránni, sjálvt um legan er stutt og skráin umfatandi.
Evni fyri leguna hesaferð var um Skapanina, har Ejvind Mouritsen úr Havn segði frá. Tíð var eisini til annað slag av undirvísing, m.a. við vitjan av einum trúboðarapari úr Afrika.
Millum øll hesi tiltøkini var gott høvi hjá hesum ungu at tosa saman og hugna sær saman við øllum hinum. Og sjálvandi varð eisini nakað keypt í kioskini, ta løtuna hon var opin.