Í næstu viku verður stór ferðavinnustevna í Havn.
Tað eru londini út útnorðri, Føroyar, Ísland og Grønland, sum hava havt eina slíka stevnu í nógv ár undir heitinum Vestnorden Travel Mart, VNTM. Og nú hon verður í Føroyum týsdagin, mikudagin og hósdagin í næstu viku, er hetta 26. ferð, at hon er í Føroyum.
Við á stevnuni verða útvið 300 útlendskir ferðavinnuveitarar og teir koma úr allari verðini, bæði frá hinum norðurlondunum og Evropa, men eisini úr Avstralia, Japan, Kina, Kanada, Russlandi og USA.
Nakað av fjølmiðlafólkum verða eisini við, hesi umboða ferðavinnubløð í Danmark, Noregi, Russlandi, Italia og Grønlandi.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður setur stevnuna týsmorgun 13. september klokkan níggju í Norðurlandahúsinum.
Annars verður sjálv stevnan í Høllini á Hálsi, men tiltøk verða eisini aðrastaðni í býnum, so sum í Norðurlandahúsinum og Múllers Pakkhúsi.
Í ár verður ein evnisdagur partur av tiltakinum og har fer kendi futuristurin, Anne Lise Kjær, at røða um framtíðarrák og tær avbjóðingar, sum ferðavinnan stendur fyri í framtíðini.
Eitt nú hevur hon nakrar metingar um, hvussu vit í útnorðri kunna føra okkum fram sum nakað serstakt ímillum øll tey mongu ferðamálini í heiminum.
Stevnan er ikki almenn, men nøkur atgongumerki verða seld til sjálvan fyrilesturin hjá Anne Lise Kjær í Norðurlandahúsinum týsdagin 13. september klokkan níggju, beint eftir at stevnan er sett, og tey kosta 500 krónur.
Myndin er av Norðurlandahúsinum, sum verður karmurin um fyrilestur týsmorgunin, har ein tann kendasti og mest umbidni fyrilestrarhaldarin í Danmark fer at siga sína hugsan um ferðavinnuna í framtíðini