300 suðuroyingar mótmæla vánaligari tænastu

Tá ið hendan vikan er farin, verður støðan betri


Tað er væl skilligt, at suðuroyingar eru misnøgdir við tænastuna, teir fáa nú. Tað staðfesta bæði Føroya Tele og Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Seinastu tíðina hevur internetið í Suðuroy riggað avbera illa.

Orsøkin tveir kaðalir eru ímillum Suðuroy og meginlandið, men nakað síðani fór annar og tað brekið er so umfatandi, at hann er ikki umvældur enn. Og nú um dagarnar fór so eisini hin kaðalin.

Føroya Tele metir, at tað brekið er ikki so umfatandi og kann umvælast áðrenn nakrar vikur eru farnar.

Ímeðan hava suðuroyingar havt tráðleyst internet, men tað hevur ikki riggað nóg væl.

 

Og tað hevur elvt til so stóra misnøgd, at yvir 300 suðuroyingar hava skrivað undir eina adressu, har teir hava mótmælt støðuni.

Undirskriftirnar vórðu handaðar landsstýrismanninum í dag.

Samstundis hevur Sirið Stenberg spurt landsstýrismannin, nær internetið í Suðuroy batnar aftur.

Johan Dahl sigur, at í fyrru atløgu fer Føroya Tele at bøta um tað tráðleysa sambandið við meginøkið. Tað er komið í rættlag seinni í hesi vikuni og tá skuldi internetið rigga sum tað eigur.

 

Men farið verður eisini undir at umvæla kaðalin, sum fór nýliga. Harafturat ætlar Føroya Tele at kanna eftir um tað ber til at leggja kaðalarnar tryggari eftir botni fyri at verja teir betur.

- Óhapp kunnu altíð henda og í hesum føri fóru so tveir kaðalir, sigur Johan Dahl. Men hann væntar, at ábøturnar, sum nú verða gjørdar, eru ein nøktandi loysn.

Løgtingsfólk hildu, at ein partur av misnøgdini hjá suðuroyingum er, at teir skulu rinda fullan prís, hóast tænastan er nógv skerd, men teirri atfinningini svaraði landsstýrismaðurin ikki.