300 stríðshugaðir palestinar dripnir í Rafah

Vitnir siga frá ísraelskum loftálopum kring Rafah, og AFP veit at siga frá hørðum bumbingum eisini har norðuri í Gazageiranum.

Flýggjandi palestinar í Rafah týsdagin. Sambært ST er ein millión fólk rýmd undan álopunum.

Ísraelsku álopini á býin, Rafah og á onnur støð í Gazageiranum, halda fram.

 

Ísrael sigur, at síðan álopini á Rafah av álvara byrjaðu fyrr í hesum mánaðinum, eru 300 stríðshugaðir palestinar dripnir.

 

Vitnir siga frá ísraelskum loftálopum kring Rafah, sum liggur har suðuri í Gazageiranum.

 

Tíðindafólk hjá AFP siga eisini frá hørðum bumbingum har norðuri í landinum.

 

Ísraelski herurin sigur, at álopini í Rafah-økinum fara at halda fram, og herurin sigur seg hava funnið bæði rakettkastarar, vápn og tunlar miðskeiðis í býnum.

 

Í gjár segði ísraelski herurin, at 300 stríðssinnaðir palestinar eru dripnir, síðan herurin herdi álopini á býin Rafah fyrr í hesum mánaðinum.

 

 

 

Flýggjandi palestinar í Rafah týsdagin. Sambært ST er ein millión fólk rýmd undan álopunum.