300 StÍF´arar á felagsmynd

Ein søguliga stór mynd er tikin, ið vísir ein stóran part av stóru StÍF-familjuni.

Tað skrivar hondbóltsfelagið á Strondum, StÍF.

 

Fleiri enn 300 StÍF´arar eru á myndini.

 

Henda stóra felagsmyndin av StÍF'arum bleiv tikin 4. apríl í samband við stóra neondhondbóltstiltakið, sum varð hildið henda dagin.

 

Øll børnini, ungu, venjarar, hjálparfólk, sum hjálptu til henda dagin eru á myndini umframt vaksnir leikarar, foreldur, ommur og abbar o.s.fr. Ja, øll, sum eru StÍF´arar fingu áheitan um at koma við á myndina, og sera nógv góðu respons og møttu upp í høllini á Skála.

 

– Takk fyri, at tit møttu so væl upp! 

 

Myndin kann síggjast í hægri góðsku her.

 

– Vit takka hjartaliga Reidar F. Joensen fyri myndatøkuna, skrivar StÍF.

 

Koyr á StÍF!

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##