300 spælarar á palli

Musikkstevnan er árliga hátíðin hjá harmoni- og hornoekesteum í Føroyum - og hvørt ár síðani 1966, tá ið musikkstenvan á fyrsta sinni var í Vestmanna, hevur hesin dagur verið hildin á dýra biðiðdegi.

Í ár er tað Harmoniorkestrið G.H.M, sum er vertur fyri musikkstevnuni. Umframt vanligu konsertina, har hornorkestrini vísa kynstur síni, hevur stevnan hesaferð fingið vitjan, og eru serligar verkstovur og skeið hava verið hildin.

Musikkstevnan er skipað í tveir dagar, har tann fyrri - dýrabiðidag - hevur verið hildið skeið fyri tey ymisku ljóðførini. Eisini eru tað í dag serliga skúlaorkestrini, sum sleppa fram at.

Í dag havi heili níggju orkestur verið á palli í Norðurlandahúsinum, og var Norðurlandahúsið meir at kalla fullsett við áhoyrarum og spælarum - tí um eini 30 spælarar eru í hvørjum orkestri, summa staðni meir og aðra staðni minni, so munnu nærri 300 spælarar hava verið á palli í dag.

Í dag spældu: Ælabogin, Havnar Ungdómsorkestur, Norðljómur, Skúlaorkestur úr Eysturoy, Skúlaorkestri av Akureyri, Blásitokið, Lúðrar, Skúlaorkestur úr Klaksvírk, Ungdómsorkestrið úr Vágum.

Í morgin klokkan 15 heldur Musikkstevnan fram, har konsertin, sum nakað nýtt, verður skipað sum ein kapping. Hvørt orkestrið spælir trý løg, og kappast verður um best spælandi orkestrið, bestu skrá og festligasta íkastið.

Í dómsnevndini sita Bernhardur Wilkinson, Sunleif Rasmussen og Jenny Petersen.

Tað, sum veljast kann at spæla, er: nýggj føroysk kompositión, swing, stykki við solisti, filmstónleikur og marsjur.

Orkestrini, sum spæla í morgin eru: Harmoniorkestrið G.H.M; Fuglafjarðar Hornorkestur, Sørvágs Tónleikarafelag, Klaksvíkar Hornorkestur, Eiðis Lójmfelag, Tvøroyrar Hornorkestur, Nes Sóknar Musikkfelag og Havnar Hornorkestur.

Skrivað hevur Dávur Winther