300 sitipláss vera í konserthøllini

Arbeiðið at byggja nýggjan musikkskúla í Havn gongur støðugt framá.

Arbeiðið at byggja Tórshavnar Musikkskúla gongur væl. Tveir bygningar verða í skúlanum. Í størra bygninginum verða undirvísingarhøli umframt fyrisiting og annað. Minni bygningurin er til framførslur og venjingar. Pláss verður til umleið 300 áskoðarar.

 

Mánadagin 20. novembur vórðu síðstu takelementini løgd á Orkesturhøllina. Skandek A/S hevur framleitt takelementini. Talan er um størstu takelement í søgu felagsins. Størsta elementið er 23 metrar langt og 1 metur høgt.

 

Í næstu viku verða betongelement (hæddarskilnaður) løgd á fyrstu hæddina á størra bygninginum.

 

Húsavarðartænastan er høvuðsarbeiðstakari. Arkitektateknistovan Kontrast hevur teknað og verkfrøðingar eru HMP, SMJ og LBF.

 

Skúlin verður liðugur á vári 2019.

 

Myndir og filmsbrot: Kontrast