IMF ger hetta saman við norðurlendsku tjóðbankunum, og upphæddin svarar til 100.000 krónur fyri hvønn íslendskan íbúgva. Men hóast IMF leiðir samráðingarnar við íslendingar, fer grunnnurin bert at lata góðar 50 milliardir krónur, meðan norðurlendsku tjóðbankarnir saman við tí japanska fara at veita restina. Hetta er eitt gjøgnumbrot fyri Ísland í royndunum at stabilisera búskapin, tí tað hevur víst seg trupult at fáa altjóða stuðul. Keldur, sum standa samráðingunum nær, siga, at IMF ikki hevur sett órímiligar treytir. Semjan kann verða almannakunngjørd í dag, men úr forsætismálaráðnum vilja tey onga viðmerking gera, skrivar Financial Times.









