Hóast Barcelona í kvøld stendur fyri helst størsta dystinum á árinum, so eru tað eisini onnur viðurskifti, sum hava rúgvað nógv seinastu tíðina. Eitt nú ljóðar fyri vist, at brasilski Ronadinho er á veg úr felagnum, men Barcelona-forsetin, Joan Laporta, sigur, at hetta undir ongum umstøðum verður ókeypis. - Tað einasta, sum eg havi sagt, er, at Ronaldinho kostar 40 milliónir evrur (300 mió kr.). Og so fáa vit at síggja, um hann heldur fram í felagnum ella ikki, sigur Laporta við spanska miðlar.