Sosialurin var við til løtuna, sum fólk í Runavíkar kommunu skipaðu fyri.
Ein av fyrireikarunum, sum vit tosaðu við, eftir at stóra mannamúgvan hevði sett kertuljósini frá sær niðan við garðin og heilt niðan í túnið hjá Pidda, segði, at talan var um eini 300 ljós tilsamans.
- Øll, sum hava verið við til minningarløtuna, høvdu ikki ljós við sær, og eg meti tí, at talið av fólki hevur verið millum 500 og 600, segði fyrireikarin.
Hendingin við Pidda hevur skelkað fólk í Runavíkar kommunu og Nes kommunu – og alt Føroya fólk í síni heild.
Familjur, vinir, kenningar, grannar og fólk í økinum eru hart rakt av tí, ið er hent. Minningarløtan varpaði eitt annað og øðrvísi ljós á hesa hending enn tað, ið fólk hava verið vitni til seinastu dagarnar.??
Løtan við húsini hjá Pidda seinnapartin sunnudagin var vøkur og nemandi. Hetta var ein løta, sum mong fara at minnast aftur á - til heiðurs og æru fyri Dánjal Peturi Hansen, børn og familjur, ið eru so hart rakt í hesum døgum.?