Ein mánaði er liðin síðani nýggja ferðslulógin kom í gildi, og nú er ongin góða mamma. Politistarnir, ið bliðskortaðir hava vent sær til fólk við ávaringum, fara nú at biðja um navn og bústað.
Royndartíðin er av, og bøtur verða nú givnar, sigur politikommiserurin Uni Vestureið.
300 krónur
Leggur tú ikki óvanan á hillina, so kann talan gerast um ein dýran biltúr. Eitt er at vanligi taksturin skal rindast, men sær løgreglan teg snakka, so skalt tú leggja 300 krónur aftrat hesum gjaldi.
Støðleiðarin á Politigarðinum í Havn, Peter Poulsen, sigur, at løgreglan hevur snakkað við nógv fólk hesa royndartíðina, og at fleiri framvegis snakka í hándhildnari fartelefon, meðan koyrt verður.
...tað var ikki eg
Um løgreglan vendir sær til tín og fráboðar, at tú hevur snakkað í fartelefon, meðan tú hevur koyrt bilin, er torført at sleppa undan bótini.
Tú fært nevniliga eina bót sendandi, og rindar tú ikki hesa, mást tú møta í rættinum. Har førir ákæruvaldið tey vitni fram - í flestu førum er hetta politistar - sum hava sæð teg snakkað við fartelefonini.
Tú sleppur at geva tína frágreiðing og so er tað upp til tann svartkladda mannin við tí gráa, krúlluta parykkinum at avgera, hvørjum hann velir at trúgva. Tær ella vitnunum.










