Byrjað varð kl. 9 og hildið vað á til kl. seint á kvøldi. Nógv ymiskt var á skránni. Byrjað varð í Norðurlandahúsinum, har Nicolina Beder hevði fyrilestur.
Greitt varð frá virkseminum á hondarbeiðsskúlanum í Klaksvík og á Suðuroyar Ullavirkið. Eisini vórðu vørður frá Bindibúðini og Tøting vístar fram.
Døgurði varð etin í SMS, og tað sigur seg sjálvt, at við so nógvum kvinnum var trongligt.
Tað stuttligasta hildu annars fleiri kvinnur verða presentasjónina. Tað vísti seg, at kvinnur komu úr øllum Føroyum, heilt frá Suðuroy til Kunoy.
Rudolf vann
í gekkinum
Bindiklubbadagurin endaði við einum gallakvøldið á Hotel Føroyum. Her var nógv undirhald, og til endan varð Gekkurin á skránni við tí rætta vertinum, Rudolfi. Høvuðsvinningin hetta kvøldið mundi hann tó sjálvur fara avstað við.
Hann fylti nevnliga 45 ár henda dagin, og kvinnurnar lótu eina kurv ganga runt at geva honum eina gávu. Høvuðsvinningurin gjørdist 6.000 kr.