300 framsýnarar á DanFish International í Aalborg

Umleið 26 lond verða umboðað á DanFish International 2021 í Aalborg, sum nú verður hildin fyri 27. ferð.

 

 

Koronu-farsóttin hevur ført til, at nógvar framsýningar eru avlýstar kring um heimin seinasta hálvt annað árið.

 

Men, sjálvt um koronu-farsóttin enn ikki hevur slept takinum, er stórur eftirspurningur eftir einari av teimum stóru fiskivinnuframsýningunum, nevniliga DanFish International 2021, sum verður í Aalborg í døgunum, 13.-15. oktober.

 

Sjálvandi eru væntaninar til framsýningina merktar av umstøðunum, sum eru. Men, hóast tær avbjóðingar, sum heimurin enn hevur við covid-19, er sambært fyrireikarunum veksandi eftirspurningur eftir DanFish International 2021.

 

- Tilmeldingarnar renna inn, sjálvt um tað nú bara eru stívliga tvær vikur, til fiskivinnuframsýningin letur upp. 

 

Fyrireikararnir siga, at umleið 300 framsýnarar úr tilsamans 26 londum verða við á DanFish International 2021.

 

- Tað var eftir summarfrítíðina, at sølan av básum byrjar at taka dik á seg, og nú kunnu vit endiliga gleða okkum til, at okkara 10.000 fermetrar verða brúktir fult út, sigur sølumaðurin aftan fyri framsýningina í Aalborg, Lasse Holsteen Jessen.

 

Hann vísir á, at talið av vitjandi til framsýningina neyvan verður so stórt, sum tað plagar at vera, tí færri fólk hugsandi fara at koma úr eitt nú Japan, Kina, Avstralia og Ný Sæland. 

 

Fyrireikararnir fegnast tó um, at talið av framsýnarum er vorðið so stórt, sum tað er, og fyrireikararnir siga seg vóna, at nógvir gestir fara at koma á DanFish International 2021, sum nú verður hildin fyri 27. ferð.