Í gjár vóru sandoyingar aftur og rændu nátaegg. Hesaferð varð rænt Yviri á Egg, sum er bergið úr Søltuvík og suður eftir.
Farið varð tíðliga av húsum, og í byrjanini vóru eini seks ella sjey fólk við. Sum morgunin leið, gjørdust tey nøkur fleiri.
Bjarki Henriksen á Sandi sigur, at flestu siðini vóru stutt, og tað vísti seg eisini, at frægast var skamt undir eggjatromini.
- Hesin dagurin gav ógvuliga lítið í mun til, hvat ein slíkur dagur kundi geva, tá ræningin royndist best.
Hann sigur, at enn hevur ikki allur fuglurin vorpið, og tað er hugsandi, at nøkur fleiri egg vórðu fingin, um farið varð einar tveir dagar seinni.
Bjarki sigur, at bestu siðini í gjár góvu ávikavist 50 og 49 egg. Okkurt sið, sum áður kundi geva eini 250 egg, tá ræningin royndist best, gav bert 33 egg í gjár.
Tá sandoyingar taldu saman, vóru eggini umleið 300 í tali, og tað er ein rættiliga lítil dagur Yviri á Egg.
- Tað mesta, eg veit um, at vit hava fingið her yviri, er eini 1160 egg, men tá hevur ræningin eisini vart í einar tveir dagar.
Hann sigur, at nógvur bergsandur var á rókunum, nú teir vóru og rændu, og hetta kann hava havt eina ávísa ávirkan á verpingina.
- Gamalt var, at teir gomlu plagdu at rudda røkurnar fyri bergsand, áðrenn lomvigin fór at verpa, leggur Bjarki Henriksen aftrat.










