Barnaporno er ein stórur trupulleiki kring allan knøttin, og eisini her á landi er tað so, at nógv fólk hava áhuga í barnaporno. Føroya Tele hevur í samstarvi við donsku ríkisløgregluna og Red Barnet ment eitt filtur, sum skal forða fyri, at kundar hjá Føroya Tele koma á ólógligar heimasíður við barnaporno.
Dagførdur listi
Nýggja filtrið hjá Føroya Tele virkar á tann hátt, at danska ríkisløgreglan hevur útvegað Føroya Tele ein lista yvir heimasíður, ið eru ólógligar. Hesin listi hevur ríkisløgreglan gjørt í samstarvi við Red Barnet, sum á altjóða stigi eyðmerkir og samlar inn upplýsingar um, hvar barnaporno er á netinum.
Listin verður regluliga dagførdur, tí nøgdin av barnapornografiskum tilfari á internetinum er støðugt vaksandi, og tað sama er ferðslan til síður við slíkum tilfari.
Síðani filtrið hjá Føroya Tele bleiv sett upp stutt fyri jól, eru umleið 300 leitingar eftir barnaporno steðgaðar dagliga. Hetta er eitt rættuliga høgt tal, og samanborið við onnur norðurlond liggja føroyingar rættuliga ovarlaga á listanum.