Tað eru Michala Høj og Andreas Flensted-Jensen, sum verða at hoyra á konsertini, sum verður týskvøldið.
Tey bæði hava júst givið út fløgu við meditativum tónleiki fyri violin og klaver, Á fløguni, Be Still, tulka tey sálmar úr millum annað Írlandi. Brot av fløguni umframt ymiskir klassikarar fyri violin og klaver, eftir millum annað Fritz Keisler og Sarasate, verða at hoyra á konsertini í Norðurlandahúsinum.
Michala Høj hevur spælt violin, síðani hon var 4 ára gomul. Umframt tónleikaútbúgving úr Noreg og Finlandi, hevur hon útbúgving frá bæði klassiska og rútmiska konservatoriinum í Keypmannahavn. Michala, ið spælir við einari 300 ára gamlari violin gjørd av italiumanninum, Matteo Goffriller, er sera nærverandi og livandi í sínum tónleikaframførslum og hevur vunnið fleiri tónleikakappingar.
Andreas Flensted-Jensen er kandidatur innan tónleikavísund. Hann starvast sum leiðari fyri tónleikinum í einari kirkju í Hillerød, umframt at hann ferðast í Danmark og uttanlands sum klaverspælari í ymiskum duoum og trioum. Harafturat arbeiðir hann sum tónasmiður, eins og hann útsetir ymiskan tónleik.