300.000 upptøkutól halda eyga við dønum

Stór ferð er á uppseting av upptøkutólum í almenna rúminum í Danmark. Árliga verða 60.000 sett upp um árið, og í dag halda yvir 300.000 upptøkutól eyga við dønum. Sjálvt upptøkuvinnan setir nú spurnartekin við, um tað er neyðugt við øllum hesum tólunum

BIG BROTHER

 

Danir verða filmaðir sum ongantíð fyrr. Hvønn einasta dag verður hvør dani, sum fer út um dyrnar hjá sær sjálvum, filmaður upp til fleiri ferðir.

 

Danska trygdarvinnan metir,, at tað í dag finnast yvir 300.000 upptøkutól í almenna rúminum í Danmark. Stendur tú á ein tokstøð, keypir inn í einum matvøruhaldli, fyllir bensin ella olju á bilin ella koyrir børnini í skúla, ja, so kanst tú vera vísur í, at tú verður filmaður á onkrum av hesum støðunum. Hetta skrivar Berlingske Tidende.

 

Upptøkutølini verða sett upp fyri at ansa eftir ognum, sum fyribyrging ella váttan av kriminaliteti, og at fólk skulu kenna seg trygg á gøtuni.

 

Sambært stjóranum í vinnufelagnum hjá trygdarvinnuni, Kasper Skov-Mikkelsen, verða sett upp millum 50.000 og 60.000 nýggj upptøkutól um árin.

 

- Hetta er eitt øki, sum veksur øgiliga nógv í løtuni. Tað er stórt sæð ikki møguligt at fara inn í ein handil í dag, uttan at verða filmaðuri, sigur Kasper Skov-Mikkelsen við Berlingske Tidende. Hann metir, at tað bert fyri tveimum árum síðani vóru á leið 200.000 upptøkutól í Danmark.

 

Tað er í handilsvinnuni, at vøksturin í talinum av upptøkutólum er nógv tann størsti.

 

Sjálvur setir hann spurngartekin við gongdina.

 

- Vit eru noydd at spyrja okkum sjálvi, hvat vit vilja við øllum hesum upptøkutólum, og hvussu tey verða handfarin, sigur hann og eftirlýsir fleiri og greiðari reglur fyri hesi myndatøkuni.