30% óvirkað av landinum

Fiskivinna: Eins og fyribils metingin hjá Hagstovuni vísti í januar, so er nakað væl minni av feska fiskinum farin óvirkaður av landinum, bæði tá talan er um nøgd og sum prosentpartur.

Í 2004 fóru 30% av toskinum, hýsuni og upsanum óvirkað av landinum, afturímóti 33% árið frammanundan.
Tað er framvegis mest hýsa, sum fer óvirkað av landinum. Tað fóru soleiðis 12.000 tons ella 54% av fiskaðu nøgdunum óvirkað av landinum. Av toski fóru 6.000 tons, sum er 24%. Og av upsa fóru sløk 9.000 tons, sum er 21% av avreidda upsanum samanlagt.
Av hesum trimum sløgum fóru altso samanlagt 27.000 tons ella 30% óvirkað av landinum.