Danmark vann í gjárkvøldið 5-1 á útivølli ímóti Írlandi og gjørdist harvið triðsíðsta liðið at tryggja sær atgongd til HM endapælið í Russlandi næsta ár.
Eftir hattrick hjá Christian Eriksen og eitt mál hjá Andreas Christensen og Nicklas Bendtner vann Danmark 5-1 á Írlandi og er harvið klárt til HM við sama úrsliti eftir tveir playoffdystir.
Tilsamans eru nú 30 tjóðir klárar til HM í 2018 av teimum 32, sum sleppa við.
Hesi lond eru klár til HM:
Úr Afrika:
* Tunesia.
* Marokko.
* Nigeria.
* Egyptaland.
* Senegal.
Úr Ásia:
* Iran.
* Japan.
* Saudi-Arabia.
* Suðurkorea.
Úr Evropa:
* Russland (vertur).
* Belgia.
* Pólland.
* Týskland.
* Ongland.
* Spania.
* Ísland.
* Serbia.
* Frankaríki.
* Portugal.
* Sveis.
* Kroatia.
* Svøríki.
* Danmark.
Úr Norður- og Miðamerika:
* Meksiko.
* Costa Rica.
* Panama.
Úr Suðuramerika:
* Brasilia.
* Uruguay.
* Argentina.
* Colombia.
/ritzau/