30 týskarar deyðir av VTEC-bakteriuni

Tann lívshættisliga tarmbakterian VTEC hevur kostað trimum týskarum

afturat lívið, so nú hevur bakterian kravt 30 mannalív í Týsklandi.

Tað kunngjørdu teir týsku heilsumyndugleikarnir í dag. Í dag doyði ein 57

ára gamal maður í Frankfurt, og í gjár doyðu ein 68 ára gamal maður og ein

20 ára gomul kvinna.

Enn hava teir týsku myndugleikarnir ikki funnið smittukelduna, og fyribils

mæla teir fólki frá at eta ráar tomatir, agurkur og salat úr

Norðurtýsklandi. Myndugleikarnir hava illgruna til bønarspírar frá einum

garði í Niedersacshen, men enn er einki prógv funnið har.

Higartil eru 2.800 fólk í 14 londum smittað av VTIC-bakteriuni. Av teimum

eru 20 fólk í Danmark. Í Svøríki hevur bakterian kravt eitt mannalív.