Heilsuhjálparafelag Føroya hevur í hesum døgum skipað fyri umfatandi skeiði í parkinsonssjúku, og skeiðið hevur verið fyri limum felagsins.
Skeiðsluttakarar vóru úr øllum landinum og danski fysioterapeuturin, Finn Egeberg Nielsen, undirvísti í hesum evnum: 1) Guidelines, 2) Sjúkugongd/fasir, 3) Matur, heilivágur, rørsla o.a., 4) Flytingar og 5) ADL-venjing.
Tað var ein glað og vælnøgd forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, Mary Antonsdóttir, sum í dag saman við Finn Egeberg Nielsen handaði luttakarunum prógv og reyða rósu.
Luttakarar á skeiðnum saman við skeiðshaldaranum Finn Egeberg Nielsen vóru:
Silvurlín Breiðaskarð, Sunniva Simonsen, Edith Holm í Trøðini, Fríðhild Winther, Wilhelmina Magnussen, Marjun Petursdóttir Jensen, Ann Tausen, Ása Olsen, Maud Askham, Lydia Juul, Jacoba Torgunn Winther, Agnes McIntosh, Irdi Andreasen, Karolina Danielsen, Petra Haraldsen, Ann F. Obradovic, Kærnø Neshamar, Nelsi Sigurdsdóttir, Kirstin Djurhuus, Jensina av Húsabrúgv, Svenn Martinsson, Ragnhild Rasmussen, Estrid Simonsen, Judith Olsen, Apollonia Gunnarstein Syderbø, Annfríð Høgnesen, Poula Jørgensen, Meta Dahl, Ingrid Nielsen og Mary Antonsdóttir.