Hetta er tíðin, tá toskur kemur inn á Norðhavið at gýta, og hetta er eisini tíðin, tá útróðrarmenn og aðrir, sum royna við snellu um várarnar, plaga at liggja fram við norðanfyri.??
Tá Sosialurin var ein túr á Eiði seinnapartin leygardagin, søgdu útróðrarmenn, sum vit hittu á bryggjuni, at fleiri bátar og útróðrarmenn eru komnir til Eiðis seinastu dagarnar. ??
- Bátar koma úr ymiskum heraðshornum, og ofta koma fleiri úr Suðuroy, søgdu teir á bryggjuni á Eiði.
Bara hesa løtu, sum vit steðgaðu á Eiði, komu einir 3-4 bátar norður gjøgnum Sundalagið og stevndu inn í bátahylin á Eiði.??
Uppí 1900 pund
Á Bátafiski á Eiði, har línu-og snellufiskur hjá útróðrarmonnum verður skildur og vigaður, siga tey, at út við 30 bátar seinastu tíðina eru komnir norður til Eiðis at royna við snellu
- Men higartil hava líkindini ikki verið nakað serlig. Tí hava eisini fáir snelludagar verið. Leygardagin vóru eini fimm bátar á snelluveiði. Hendan dagin var lítið at fáa, og bátarnir høvdu eini 400-500 pund hvør.
Men ein annar dagur í vikuni eydnaðist betri.
- Hendan dagin vóru tríggir bátar við snellu. Tveir høvdu millum 1600 og 1700 pund, og hin triði hevði eini 1900 pund. Tað er ein rímiliga góður snelludagur. Fiskurin, sum bátarnir higartil hava fingið við snellu, er bæði stórur og góður.
Eisini línufiskur
Á Bátafiski á Eiði siga tey, at einir seks útróðrarbátar, sum royna við línu, eisini leggja veiðina upp til virkið. Einir tveir av hesum eru heimahoyrandi á Eiði, meðan hinir hoyra heima aðrastaðni.
- Útróðrarbátarnir, sum royna við línu, hava havt einar 6-7 dagar higartil í ár. Líkindini hava ikki verið til fleiri dagar, eins og bátar hava ligið, tá streymurin hevur verið vánaligur.
Á Bátafiski siga tey, at veiðan hjá útróðrarbátunum við línu hevur verið hampilig.
- Teir hava ligið úr 100 upp í eini 200 pund á línuna. Trupult hevur tó verið at fingið samanhangandi dagar, og tí hevur borið illa til hjá útróðrarmonnum at fylt við, hvar fiskur er at fáa.
Selja um FMF
Allur útróðrarfiskur, sum kemur upp á land á Eiði, verður seldur um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya.
- Ein fittur partur verður keyptur og virkaður á virkinum, Greipan, sum Rainbow Seafood rekur í Oyndarfirði. Ein keypari av tí stóra toskinum er saltfiskavirkið Vaðhorn, sum hevur framleiðslu á Strondum og á Toftum, siga tey á Bátafiski á Eiði.