30 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall nú

Nú klokkan 8 fóru 30 leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar á teimum trimum sjúkrahúsunum í verkfall. Tað veit Kringvarpið at siga í morgun. 

 

 

Hetta kemst orsaka av, at tað ikki eydnaðist at finna fram til eina felagssemju millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Semingsmaðurin endaði tí samráðingunum fríggjadagin og tá fóru beinan vegin 16 narkosusjúkrarøktarfrøðingar í verkfall. Hetta helt Fíggjarmálaráðið verða óheimilaður arbeiðssteðgur, men um vikuskiftið hevur Gerðarætturin sligið fast, at tað er tað ikki. 

 

 

Nú eru tað also 30 leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar aftrat, sum eru í farnir í verkfall. Sáttmálin millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið fór úr gildi 1.oktober.