30 ára starvsdagur í Mentamálaráðnum

Johanna Heinesen hevur starvast í Mentamálaráðnum í 30 ár.

Í sambandi við at Johanna Heinesen hevur starvast í Mentamálatáðnum í 30 ár var lítil samkoma fyri henni í matarhøllini í Mentamálaráðnum tann 1. mai. Johanna starvast sum skrivstovufólk í Skjalagreiðsluni í Mentamálaráðnum, skrivar mmr.fo.

 

Johanna var sett sum skrivstovukvinna í Landsskúlafyrisitingini tann 1. mai 1987 og 5 mánaðir seinni, 1. oktober 1987, byrjaði hon sum lærlingur í skrivstovuyrkinum. Lærutíðin var liðug 1. oktober 1989, og var Johanna tá sett sum assistentur í Landsskúlafyrisitingini. Tey fyrstu nógvu árini arbeiddi hon á Próvstovuni og í 2000 flutti hon í Skjalagreiðsluna, har hon er enn. Tó hevur hon eisini umsitið aðrar uppgávur á øðrum deildum í Mentamálaráðnum síðstu árini.

 

Á myndini handar Poul Geert Hansen, aðalstjóri, Johannu Heinesen gávu og blómutyssi.