Anly er fødd og uppvaksin í Gásadali, dóttir Margretu og Jóan Jakku Gåsedal, hon
er yngst av 9 systkjum. Ung kom hon til Havnar at tæna, sum vanligt var tá í tíðini.
Anly giftast Edvardi Jacobsen av Skála og búsettust tey í Gundadali. Edvard doyði
longu í 1989. Tey eiga tvær døtur. Eydnu, sum býr í Havn og Maud, sum
býr í Keypmannahavn. Ommubørnini eru trý.
At Anly kom at arbeiða á hvíldarheiminum var mest sum av tilvild. Hon var
biðin at hjálpa til, tí Hvíldarheimið fylti 40 ár, og hetta gjørdist til heili 30 ár higartil.
Anly er røsk og sera nærløgd í sínum arbeiði og hevur framúr gott arbeiðslag. Hon er
líka løtt upp á sporini enn, hóast aldurin, og tað hevur eisini verið til frama fyri okkum,
sum starvast her; tí er onkur sjúkur, ella onkrum berst frá at koma til arbeiðis, verður ringt
til Anly, og er hon altíð til dystin fús. Tað eru vit allar sera takksamar fyri. Anly hevur
altíð verið sera góð við Hvíldarheimið og kent stóra ábyrgd fyri tí.
Nógv fólk hava vitjað Hvíldarheimið gjøgnum hesi 30 árini, og ein teirra var drotning
Margretha í 1995, tá tók Anly ímóti, og ommudótturin Anna Katrina gav drotningini blómur.
Góða Anly, vit takka fyri gott samstarv og ynskja tær hjartaliga tillukku við hesum
stóra degi og framhaldandi nógv góð ár.