Í dag 10. mars verður móttøka á ellisheiminum Norðuri á Skeri í Skopun í sambandi við at Óluva Jensen í Skopun hevur arbeitt 30 ár sum heimahjálpari.
Hesi 30 árini, Óluva hevur arbeitt sum heimahjálp, hevur hon tikið sær sera væl av temum gomlu bæði í og uttan fyri arbeiðstíð. Hon hevur ofrað seg fyri tey, ið hava hjálp fyri neyðini. Samstundis hevur hon fingið nógvar vinir fyri lívið í sínum til tíðir strævna og krevjandi arbeiði.
Hon hevur verið í skúlanevndini í Skopun og í skúlastýrinum fyri Meginskúlan. Hon er eisini virkin limur í Sandoyar Javnaðarfelag. Í mong ár var hon sunnudagsskúlalærari í Betania í Skopun.
Óluva er sera arbeiðssom og er ófør at kokkast og at gera mat til t.d. ervi, brúdleyp og veitslur. Hon er ein av teimum trúføstu, sum altíð minnist til síni nærmastu og er altíð klár við eini hjálpandi hond uttan á nakran hátt at seta seg sjálva í miðdepulin.
Óluva er fødd og uppvaksin í Skopun. Dóttir Jacob Eli og Jóhannu Hansen, hon er elst av sjey systkjum. Hini systkini eru Jancy, ið býr á Toftum, Elisabeth í Skálavík, Eisinberg í Skopun, Óla Christian á Toftum, Símin í Havn og Eyðvør í Húsavík.
Hon er gift við Peturi Jensen úr Skopun, tey fingu trý børn, Leinu, Jákup Eli og Marjun. Leina andaðist í 1977 bert 10 ára gomul. Óluva eigur eisini trý ommubørn, sum hon tekur sær nógv av.
- red