30 ára starvsdag hjá Sløkkiliðnum

Mikudagin 15. desember 2004 hevði Petur Jacobsen starvast 30 ár hjá Tórshavnar Sløkkiliði.

Hann fekk starv sum fastur brandmaður hjá Tórshavnar Sløkkiliði 15. desember 1974 á Brandstøðini við Varðagøtu.

Petur er í dag 64 ára gamal. Hann er útbúgvin elektrikari, lærdi hjá Leif Mohr.

Hann koyrdi við egnum hýruvogni á bilstøðini Taxa í Havn fyrst í 60-unum. Eisini arbeiddi í Thule í eitt ár og sigldi úti við skipum hjá DFDS.

Áðrenn Petur fekk starv á Brandstøðini, arbeiddi hann í sjey ár hjá elfelagnum SEV.

Hann hevur arbeitt undir sjey brandmeistarum, teir eru: Símun Poulsen, Hilmar Johannesen, Heri Weihe, Erland Joensen, Brandur Fríðmundsson, Peter Seloy, og Kartni Jacobsen, sum er brandmeistari í dag.

Petur sigur, at honum hevur dámt arbeiði væl, Brandstøðin er eitt gott arbeiðspláss. Arbeiðið er ógvuliga fjølbroytt, tað kann vera spennandi og avbjóðandi og ikki altíð so tespiligt, men sanniliga eisini nógvar góðar løtur.