Laura, sum er ættað úr Klaksvík, byrjaði at arbeiða á Barnaheiminum í 70-unum, áðrenn hon fór til Danmarkar at lesa til pedagog. Eftir lokna útbúgving kom hon aftur á Barnaheimið at arbeiða.
Barnaheimið er býtt upp í Familju - og Ungdómsdeild, og Laura hevur seinastu árini arbeitt á Ungdómsdeildini. Av núverandi starvsfólkunum er Laura tann sum hevur verið longst á stovninum.