Hanus Olsen, byggimeistari frá SH-smíð, fer nú í holt við at byggja 30 raðhús niðast á Løgmannabreyt. Plantekningarnar eru góðkendar av býráðnum, ognin keypt og vegarbeiðið er byrjað.
Tey minstu húsini fara at vera um 115-120 fermetrar, men nøkur fara at verða størri við onkrum skeivum vinklum. Húsini verða í tveimum hæddum. Innitekningarnar eru ikki rættiliga lidnar enn, men arbeitt verður við teimum nú.
? Prísurin er ikki fastlagdur enn, men fara tey at liggja um 1,15 milliónir krónur, sigur Hanus Olsen við Sosialin.
So skjótt sum byggibúgvingin er liðug verður farið undir at byggja, og vantandi verða tey fyrstu húsini klár seinast í hesum árinum.