30 ár í tænastu fyri tey gomlu

Fríggjadagin 9. februar var hátíðarhald í hølunum hjá heimatænastuni á Tvøroyri fyri Annu Mariu Jespersen, ið hevur starvast í eldratænastuni í Suðuroy í 30 ár, skrivar Suðurrás.

 

Anna Maria Jespersen byrjaði sum heimahjálp á Tvøroyri í 1988 og tók prógv sum heilsuhjálpari í 2003.

 

Ì sambandi við 30 ára starvsdagin fekk Anna Maria blómur og gávur handaðar. Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni, segði nøkur orð, har hon takkaði Annu Mariu fyri góða og trúgva tænastu.

 

Hon fekk eisini eina heilsu frá heilsuhjálparafelagnum og sínum starvsfeløgum.

 

Á myndini eru (frá vinstru) Anna Maria Jespersen heilsuhjálpari Tvøroyri, Barbara Julsgart, deildarleiðari, Daimi Kjærbo eindarleiðar og Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy.