Sama dag sum Norðurlandahúsið læt dyrnar upp á fyrsta sinni var eisini tann fyrsta friðargongan, sum felagsskapurin Fólk fyri Friði skipaði fyri í nøkur ár at mótmæla hernaðarviðurskiftum.
Í sambandi við vígsluna av Norðurlandahúsinum varð skipað fyri friðargonguni, sum fór av Vaglinum og níðan í Sortudýki hendan dagin. Á Vaglinum helt Kjartan Mørkøre, prestur, røðu, har hann eitt nú vísti á, at firðargongan var ein fagnaðargonga til norðurlendsku gestirnar fyri at vísa, at føroyingar eisini eru við í norðurlendska friðararbeiðinum.
Kjartan Mørkøre upplýsti eisini í røðuni, at fjúrtan dagar frammanunda høvdu øll norðurlondini skrivað undir eitt skjal í Íslandi um, at Norðurlond ikki gera ella royna at framleiða kjarnorkuvápn, at fáa sær, taka ímóti ella hava kjarnorkuvápn í varðveitslu og ikki loyva øðrum londum at flyta inn, seta upp ella goyma kjarnorkuvápin innan fyri geografiska umveldið.
Fyrsta friðargongan niðan í Mjørkadal var seinni hendan mánaðin, annan hvítusunnudag 22. mai. Tá gekk friðargongan av Vaglinum og niðan í Mjørkadal, har røður vórðu hildnar og sungið. Seinnu árini varð gingið úr Mjørkadali og oman í býin har endað var við stórum mótmælistiltaki á Vaglinum.
Sum myndin vísir gekk William Heinesen á odda, tá mótmælisgongan fór fram við Norðurlandahúsinum hendan dagin, húsið læt upp.