8. desember í 1980 er ein dagur, ið mong minnast sum var tað í gjár. Tá bleiv Beatles-stjørnan John Lennon skotin og dripin uttanfyri portrið til íbúð sína í New York. Skotin, fýra ferðir í ryggin av sinnissjúka Mark David Chapman.
Í dag eru tað 30 ár liðin síðani skakandi tilburðin. 30 ár síðani at John Lennon varð fluttur á The Roosevelt Hospital har læknin Stephen Lynn kundi staðfesta, at Lennon var deyður tá hann kom á sjúkrahúsið. Kanningar seinni vístu, at Lennon helst doyði av fyrsta skotinum.
Grein á heimasíðuni hjá Jyllands Posten greiðir frá, hvussu drápsmaðurin Mark David Chapman varð standandi á gerningsstaðnum og las bókina The Cather in the Rye eftir J. D. Salinger inn til løgreglan kom og handtók hann fáar minuttir seinni.
Tíðindini um deyða Lennons bórust víða um, og túsundavís av fólkum savnaðust uttanfyri á The Roosevelt Hospital og The Dakota Building, har Lennon og Yoko Ono búðu.
Yoko Ono ynskti ikki, at Lennon skuldi hava eina vanliga jarðarferð. Hann varð brendur, men eingin uttan Yoko Ono veit, hvar øskan av Lennon er í dag.
Seks dagar eftir daga Lennons var ein heimsumfatandi hátíðarløta hildin fyri at minnast hann. Milliónir av fólkum kring allan heimin syrgdu deyða sangaran, og bara í Central Park í New York vóru 235.000 fólk savnað.
Hesin tekstur er skrivaður burtur úr drúgvari grein á heimasíðuni hjá Jyllands Posten. Les hana í síni fullu longd her