30 OL-íðkarar eru tiknir í dopingroyndum

Altjóða olympiska nevndin, IOC boðar frá, at tey sum eru tikin sleppa ikki at taka lut á OL-vetrarleikunum, sum byrja í Vancouver í Kanada í morgin.

 

Tað er altjóða antidopings-felagsskapurin, WADA, sum hevur lagt úrslitini fram fyri altjóða olympisku nevndina.

 

Antidopingarfelagsskapurin í Noregi, Antidoping Norge sigur við norska kringvarpið, at tey vita ikki úr hvørjum landi teir dopaðu íðkarnir koma frá, og hvørja ítróttargrein hesi íðka. Ongar fráboðanir eru komnar um, at nakar norskur OL-íðkari er millum tey sum hava dopað seg.

 

WADA hevur ikki viðmerkt tølini enn, men felagsskapurin fer at hava ein tíðindafund í kvøld klokkan 19. - WADA hevur kunnað okkum í dag, at talan er um 30 íðkarar, sum ikki sleppa at taka lut á olympisku vetrarleikunum. Orsøkin er, at hesi hava positivar dopingroyndir, sigur samskiftisstjórin hjá IOC, Mark Adams.