30 norðurlendsk børn innløgd í Turkalandi

Á einum gistingarhúsi í turkiska frítíðarbýnum Alanya hava 30 børn fingið so álvarsliga búkilsku, at tey vórðu innløgd á sjúkrahús í býnum.

Tað er Star Tour, sum eigur gistingarhúsið Pascha Bay. Øll ltey 30 vórðu innløgd við búkpínu, leysum lívi og krampa sunnukvøldið og mánanáttina. 10 teirra eru síðan útskrivað, skrivar dr.dk.

- Vit hava 900 norðurlendskar gestir á hesum vælrikna gistingarhúsinum. Slíkt er ongantíð hent fyrr, sigur Stig Elling, sølustjóri hjá Star Tour.

Fýra av børnunum eru donsk, skrivar dr.k. Hini eru svensk, norsk og finsk.

Fólk uttaneftir eru nú sett at kanna, um sjúkukeldan finst á gistingarhúsinum.

- Vit kanna sjálvsagt køkar og svimjihyl. Staðfest er, at tað er ikki salmonella, sigur sølustjórin.

Merkisvert er, at eingi vaksin eru rakt av sjúkuni. Børnini fáa nú penisillin, og tað gongur framá hjá teimum.

Myndin: Fýra ára gamla Louisa úr Noregi varð innløgd við nógvum fepri (foto: privat/tv2)