Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal um ein mánað, 13. og 16. juni spæla seinastu dystirnar í undankappingini til EM 2020, ímóti ávikasist Montenegro og Danmark.
Sonni Larsen, landsliðsvenjari, hevur valt at kalla 30 leikarar inn til venjingarnar, ið fara fram í trimum tíðarskeiðum. Fyrstu venjingarnar eru 24. til 26. mai, síðani 30. mai til 2. juni og at enda 7. juni til 9. juni.
Summir av leikarunum koma at skiftast, so at hópurin er ímillum 26 og 28 leikarar til hvørja venjing.
Hesir 30 leikarar eru úttiknir:
Hørður Trygvason (30/5-2/6 + 7/6-9/6) H71
Mikkjal Hansen (24/5-26/5) Neistin
Nicholas Satchwell Neistin
Niklas Simonsen TMT Tønder
Tórður Guttesen Kyndil
Høgni Zachariassen (24/5-26/5) Neistin
Leivur Mortensen (30/5-2/6) H71
Rói Berg Hansen FIF
Rúni Joensen KÍF
Sjúrður Olsen VÍF
Brandur Halgirsson H71
Eirikur Simonsen FFI
Friði Weyhe Aars HK
Hans Eli Sigurbjørnsson KÍF
Peter Krogh H71
Hilmar Leon Jakobsen H71
Teis Horn Rasmussen (7/6-9/6) Neistin
Bartal Klein Olsen Kyndil
Jónas Gunnarsson Djurhuus Viking Stavanger
Tróndur Kragesteen Neistin
Áki Egilsnes KA
Kjartan Johansen Viking Stavanger
Sámal á Tjaldrafløtti Team Klaksvík
Allan Norðberg KA
Nicklas Selvig Stavanger
Pætur Thomsen H71
Helgi Hildarson Hoydal Viking Stavanger
Rókur Akralíð (Ikki 30/5-2/6) HEI
Rógvi Dal Christiansen Kyndil
Pætur Mikkjalsson Neistin