Sjálvur sáttmálin hjá Inga Højsted við Birmingham er býttur í tvey. Sáttmálin, sum verður undirskrivaður mánadagin, bindur í fyrstu atløgu spælaran til felagið fram til 30. juni. Men gongst eftir vild, so hevur Birmingham optión upp á trý ára sáttmála.
- Tað er jú eingin loyna, at Ingi hevur verið nógv skaddur. Tað veit felagið sjálvandi eisini av, og tí vilja teir ikki binda seg alt ov langt longu nú. Men allir smálutir í einum komandi trý-ára sáttmála eru greiddir, so um Ingi ikki er alt ov óheppin, so verður nýggjur sáttmáli undirskrivaður, tá summarið fer at nærkast, sigur Jákup í Stórustovu.