Havn: Í morgin byrjar ein norðurlendsk bønarstevna í Havn. Stevnan verður fyri ein stóran part hildin í samkomubygninginum Filadelfia við Landavegin 22, men ein partur av skránni verður hildin í einum øðrum bygningi á sama vegi - nevniliga Vesturkirkjuni á Landavegi 44. Her verður skipað fyri bønargudstænastu leygarkvøldið kl. 20, har sóknarpresturin, Heri Joensen og dómprósturin, Uni Næs fara at taka lut. Hetta er aðru ferð at ein slík bønarstevna verður hildin í Føroyum. Væntaðir verða einir 30 gestir úr útlondum.