30% fleiri um flogvøllin

14.582 ferðafólk fóru um flogvøllin í mars mánaði. Hetta eru 31,1% fleiri enn í mars mánaði í fjør Tað eru framvegis Danmarkar farleiðirnar, ið bera so gott sum allan vøksturin, hóast farleiðirnar til Íslands og Stórabretlands eisini hava havt framgongd. Her eru tølini tó rættiliga smá.

Í mars hava verið 398 fráferðir og komur. Hetta er 2,8% færri enn í mars í fjør tá 387 flogfør komu og fóru um floghavnina. Hóast hetta, so hava tað verið færri rutufráferðir í mars í ár, serliga á uttanríkisfarleiðunum.

Higartil í ár hava 37.644 ferðafólk ferðast um floghavnina. Tað er ein øking svarandi til 17,7% í mun til sama tíðarskeið í fjør. 1.081 flogfør eru komin og farin um floghavnina higartil í ár. Hetta er 4,5% færri enn somu tíð í fjør, tá 1.132 flogfør komu og fóru um floghavnina.