30 ferðafólk gistu á Zarepta

Um 20 tíðina í gjárkvøldið komu eini 30 ferðafólk av flogvøllinum á Zarepta í Vatnsoyrum. Talan var bæði um kvinnur, menn og børn.

Um 20 tíðina í gjárkvøldið komu eini 30 ferðafólk av flogvøllinum á Zarepta í Vatnsoyrum. Talan var bæði um kvinnur, menn og børn.

 

– Nakrir mans, sum arbeiða upp a nýggja bygningin hjá Zarepta lógu eisini veðurfastir, og vóru hesir menn við til at taka ímóti ferðafólkunum, eins og kvinna og maður úr Vatnsoyrum komu á Zarepta at taka ímóti, sigur Birgir Andreasen.

 

Millum ferðafólkini vóru eisini fólk, sum eru kunnug við arbeiðið á Zarepta, og tey hjálptu eisini til.

 

Birgir Andreasen sigur, at farið var beinanvegin undir at gera heita suppu og annað gott til gestirnar.

 

– Hóast truplu umstøðurnar var lagið gott. Klokkan 3 í nátt var veðrið tað sama, nógv kavarok, og stórir skalvar liggja um Zarepta, og har slepst hvørki til ella frá uttan at grivið verður, segði ein av teimum, sum gongur náttarvakt á Zarepta í nátt.

 

Zarepta er partur av tilbúgvingini fyri Føroyar.