30 deyð í skógareldi í Russlandi

Umleið 400 skógareldar herja partar av Russlandi í løtuni, og Dmitrij Medvedev, forseti, sigur, at talan er um eina veruliga náttúruvanlukku. Sambært myndugleikunum hava meiri enn 30 fólk latið lív í sambandi við skógareldarnar.

Stór bjargingarlið, sum eru útgjørd við tyrlum og flogførum, royna at fáa tamarhald á eldsbrununum, og síðani í gjár hava teir fingið hjálp frá 2.000 hermonnum.

Tað hevur verið óvanliga heitt í Russlandi ta seinastu tíðina, og tann nógvi hitin og frískur vindur gera tað torført hjá sløkkiliðsmonnunum og hermonnunum at basa eldinum. Ringast stendur til í økinum við stórbýin Nisjni Novgorod, sum er 400 kilometrar eystan fyri Moskva. Har eru meiri enn 300 hús brunnin í grund.

Vladimir Putin, forsætisráðharri, var í gjár og vitjaði vanlukkuøkið.