30 deyð í sjálvmorðsatsóknum í Sýrialandi

Tað vóru tvær sjálvmorðsbumbur, sum brustu í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus í morgun. Myndugleikarnir siga, at meiri enn 30 fólk lógu eftirá, og at tað vóru stuðlar hjá yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda, sum skipaðu fyri spreingingunum.

Men hesum ivast andstøðufólk í. Tey leggja tvørturímóti myndugleikarnar undir at hava lagt spreingingarnar til rættis fyri at sannføra Arabisku Samgonguna um, tað eru ikki bara myndugleikarnir, sum fara harðliga fram.

Tær báðar spreingingarnar vóru uttan fyri eina skrivstovu hjá trygdartænastuni, og sagt verður, at fleiri trygdarhermenn vóru millum teirra, sum doyðu.