30 dagar fyri følsk pass

Tveir menn, sum komu til Seydisfjarðar við Norrønu í gjár, hava fingið 30 daga fongsul fyri skjalafalsan, tí tað vísti seg, at teir ferðaðust við følskum passi. Tá teir hava sitið dómin, verða teir sendir av landinum.

Løgreglan á Egilsstøðum sigur við Morgunblaðið, at teir báðir menninir eru úr Georgia. Tá teir komu í land á Seydisfirði, høvdu teir griksk pass, men tey vístu seg at vera følsk. Menninir hava sagt, at teir høvdu keypt passini.

Íslendsku myndugleikarnir halda ikki, at menninir ætlaðu sær at steðga í Íslandi, men at teir skuldu halda leiðina fram til Norðuramerika.