Í sambandi við at Norðoya Listafelag í ár fyllir 30 ár, og tað annars er talanum Norðoyastevnuframsýning nr. 30 hjá felagnum, varð heitt á Signhild V. Johannesen um at seta listaframsýningina Norðoyastevnuaftan.
Eisini var tónleikur á skránni frá næmingum á Klaksvíkar Tónlistaskúla. Eftir tað greiddi Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, sum var fyrsti formaður í Norðoya Listafelag frá, um hvussu felagið varð stovnað. Boðið var til stovnandi aðalfundar í handilsbygninginum á Biskupsstøð í november 1985. Hetta kvøldið situr Jóan Hendrik á Klaksvíkar Bókasavni, tá ið Oliver Joensen koma fram við og bað hann koma á stovnandi aðalfund hjá Norðoya Listafelag. Jú, tað helt Jóan Hendrik vera áhugavert, men tá ið kvøldið var av, var hann formaður í felagnum, eitt sindur yvirraskaður.
Stutt eftir hevði deildin hjá Føroya Banka í Klaksvík ein hátíðardag her norðuri, og valdi táverandi stjórin, Jóannes Poulsen, at geva Norðoya Listafelag “Kvøld” av Sámal J-Mikines – ein málningur, sum í dag verður mettur at vera eitt av hansara høvuðsverkum.
Tað vóru tey staðbundnu listafólkini, sum byrjaðu at skipa fyri listaframsýning á Norðoyastevnu. Seinni datt hesin siður tíverri niðurfyri.
Í 1985 varð Kunningarstovan sett á stovn í Klaksvík. Kunningarstovan skipaði fyri listaframsýningum í hølum sínum í Nólsoyar Páls gøtu og einari framsýning í Býráðshøllini.
Í sambandi við framsýningarnar kom hugskotið, at vit áttu at stovnað eitt listafelag í Norðoyggjum, tá hugsað varð um tey mongu listafólkini, sum vóru hiðani. Endamálið við felagnum skuldi vera at skipa fyri listaframsýningum m.a. á Norðoyastevnu, at samla føroyska list, serliga við atliti at Norðoyggjum og at arbeiða fyri at fáa hóskandi hølir at hava listaframsýningar í.
Á stovnandi aðalfundinum varð avgjørt at stovna Norðoya Listafelag, og ein 5-mannanevnd varð vald. Í henni sótu Jóan Hendriki Svabo Samuelsen, formaður, Heðini Klein næstformaður, Freydis Poulsen skrivari, Ásla Weihe kassameistari og Margith Joensen nevndarlimur.
Røða, sum Signhild V. Johannesen helt:
Norðoyastevnu framsýning 2015 (Norðoya Listafelag)
Frælsi og dreymar eru nakað, vit ikki kunnu liva uttan. Í einum málningi síggi eg dreymar; fríar dreymar, sum føra meg hagar, eg vil; frælsi at droyma tað, eg vil.
Tað eru ikki altíð teir ytru karmarnir, sum fremja tað góða verkið, og er tað nakað tit í Listafelagnum ikki hava, eru tað teir ytru karmarnar. Tað er við manglandi stoltleika, at eg umboðandi mentanarpartin hjá Klaksvíkar kommunu á tykkara 30 ára stovningardegi, standi her og ynski tykkum til lukku. Men eg geri tað í vónini um, at tað fer at verða betri.
Eg fegnist um at tit, Norðoya listafelag, eru við í tí spennandi, nýskapandi framtíðarætlan við posthúsinum. Har vit hava savnað trý listarlig feløg undir einum taki. Har vit ætla at hava eina dyr fyri tí listarliga, sum vit hava at bjóða, mitt í hjartanum í Klaksvík. Tit hava klárað at hildið lív og list í felagnum fram til dagin í dag, við ongum kørmum, so vóni eg, tit klára tað eina tíð afturat.
Vit hava brúk fyri einum listafelag! Einum listafelagi, sum gevur borganum møguleika at virka og skapa og veita teimum íblástur. Gevur borgarnum høvi at njóta og sansa tykkara avrik - tykkara ítriv, sum er at savna skilagóða og áhugaverda list. Vit fáa loyvi at flýggja frá dagliga resinum, vit fáa loyvi at nema eina dreymaverð á løriti.
Haldi tað er alla æru vert, at tit næstan uttan íhald, hava klárað at havt hesa framsýningina á Norðoyastevnuni í 30 ár - takk fyri tað!
Takk til Norðoya Listafelag fyri at fáa hesa eins og aðrar Norðoyastevnu framsýningar upp at standa.
Hjartaliga til lukku á tykkara 30 ára degi.
Við hesum orðum er Norðoyastevnu framsýningin 2015 latin upp.
Takk til tykkum øll og góða Norðoyastevnu
Signhild V. Johannesen
Forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins