Í hesum døgum eru tað 30 ár síðani at fyrstu legurnar blivu hildnar í Nesvík skrivar heimasíðan https://trubodin.fo
Og nú góðveðrið vitjar oyggjarnar eru børn og ung í 6. og 7. flokki tey, sum gera brúk av teimum góðum kørmunum í Nesvík.
Tað eru klaksvíkingar, saman við øðrum, ið eru fyriskiparar á hesi leguni, sum byrjaði fríggjadagin í seinastu viku og sum endar týsmorgunin.
Enn sum áður er tað boðskapurin um Jesus, ið er høvðusendamálið við legunum, men samstundis eisini at syngja, spæla, skemta og hugna sær saman við børnum og ungum úr øllum Føroyum.
Á hesi leguni eru 100 børn, umframt kokkar, hjálparfólk, náttarvaktir og leiðarar, og hava børnini umframt at vera í Nesvík, eisini vitjað á Norðskála til eina lætta og hugnaliga guðstænastu.
Nú legan nærkast endanum eru seinastu bíblutímarnir um hetjur lidnir, og stóra fótbóltskappingini við steypahandan, skrúðgongu, tónleiki og at enda við stórum vatnkríggj á skránni, eins og kvøldseta við undirhaldi, tónleiki og spølum.
Enn eru nakrar legur eftir í Nesvík bæði til børn, familjur og ung áðrenn summarferian kemur at enda.
##med2##
##med3##
Fleiri myndir eru at síggja her:
Simbalega 2022 - 6.-7. flokk | Flickr













