30. alibáturin frá KJ Hydraulik

Á móttøku við havnarlagið í Fuglafirði seinnapartin lat KJ Hydraulik í dag eina tvíkilju, alibát við navninum Sjóvarenni, til Bakkafrost, sum hevur verið í gerð seinastu átta mánaðirnar. Í góðveðrinum høvdu eini 40 fólk leitað sær oman á havnarlagið at síggja hesa tvíkiljuna, ið er nummar 30 í røðini, sum KJ Hydraulik letur frá sær. Hon er bygd á Kambsdali.

Sjóvarenni er 14m til longdar og er 7m breið. Hetta er størsta tvíkiljan av sínum slag í Føroyum, men KJ Hydraulik bygdi eina slíka fyri stuttum. Ein íslendsk fyritøka keypti hana fyri einum mánaða síðani.

Skrokkurin, sum er bygdur úr stáli, er komin av skipasmiðju í Lettlandi, sum KJ Hydraulik hevur samstarvað saman við síðani 1997.

Á dekkinum er ein Palfinger-krani, ið lyftir 2,2 tons á 13,7m.