Tórshavnar kommuna hevur fingið væl meiri í kommunuskatti trý tey fyrstu fjórðingsárini enn sama tíðarskeið í fjør.
Lutfalsligi vøksturin var 5,60 prosent, sum svarar til 30.248.402 krónur. Miðal vøksturin fyri allar 29 kommunurnar var 3,51 prosent.
Í september var kommunuskatturin hjá øllum kommununum 1,22 prosent lægri, enn hann var í september í fjør. Tórshavnar kommuna fekk fleiri skattakrónur í september enn sama mánað í fjør, men vøksturin var væl lægri, enn hann hevur verið hinar mánaðirnar í hesum árinum.
Í september í ár var vøksturin 1,09 prosent. Minsti vøksturin hinar undanfarnu mánaðirnar. Minsti vøksturin í ár var í februar, tá ið hann var 3,74 prosent ella meiri enn trífalt so stórur vøkstur, sum hann var í september.