Valfelagið hjá Sjálvstýrisflokkinum í Streymoynni tekur ikki undir við málinum um Eysturoyartunnil, sum tað fyriliggur nú. Vit tosa við forkvinnuna í felagnum.
Janus Rein hevur nú valt at lesa loyniliga sáttmálan millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners. Harvið hevur Uttanflokkatingmaðurin bundið seg sjálvan av tagnarskyldu um alt, sum stendur í sáttmálanum.
Og bara seks tingfólk eru fyri tunnilsuppskotinum hjá Kára P. Højgaard, sum tað sær út nú, vísir ein spurnarkanning, Sosialurin hevur gjørt millum øll 33 løgtingsfólkini.