Sjálvur var eg við í fiskiskapinum eftir hvítingsbróður síðst í 70- árunum og fyrst í 80-árunum. Tá var ongin trupulleiki við íblanding av hýsuyngli av tí einføldu orsøk, at fiskiskapurin eftir hvítingsbróður gekk fyri seg uttari og á djúpari vatni (størri dýpi) enn tað, sum hýsuynglið vanliga uppiheldur seg, tá ið tað tekur botn.
Í dag skuldi so ongin trupulleiki verið yvirhøvur, nú skiljiristirnar eru so framkomnar. Hetta man eisini vera einasti fiskastovnur yvirhøvur í norðurhøvum, sum fiskifrøðingar mæla til, ella ikki mæla frá, at fiska ein ávísa nøgd av, men sum myndugleikarnir kortini ikki loyva.
Nú sigur onkur, jú, men tekur man so ikki føðina frá onkrum øðrum? Jú, so er, teir størru fiskarnir eta teir smáu, hetta er náttúrulógin. Men hesi 30.000 tonsini av hvítingsbróður skulu so eisini hava at eta hvønn dag, og allarhelst eta teir burturav onkrum, ið annar fiskur, eitt nú toskur og hýsa annars skuldu etið, so man tað ikki vera ein spurningur um javnvág millum fiskasløgini, ið vit skulu raka fyri at fáa sum mest burturúr einari burðardyggari heildarveiðu.
Hvat virði hevur so nevnda fiskanøgd fyri Føroyar? Um alt mjølið og lýsið, ið fekst burturúr hvítingsbróðrinum varð gjørt til laksafóður og bleiv brúkt í føroysku alivinnuni, hevði útflutningsvirðið verið áleið kr. 150 mió. Umframt at hava stóran týdning fyri Føroyar, kundi hetta verið eitt plástur á sárið, nú so lítið bleiv í okkara part av svartkjaftinum.